Pages

Sunday, August 2, 2009

Statoil Kring Føroyar

15.juli-19.juli

dagur 1:


Tað var ein góð byrjan vit fingu í Klaksvík, gott veður og góður stemningur ;)
8km var teinurin, einkultstartur.


mín tíð : 12.05 (sera væl nøgd).





dagur 2:


súkkla var frá Tórshavn til Runavíkar... ein sera góður teinur á 115km. Tað var aftur í dag, gott veður og stemningurin í topp... ja tað var fantastiskt at súkkla :)


eisini her gekk tað mær sera væl ;) kláraði at hanga í feltinumnæstan allan vegin... so í næsta ár, fari eg at fylgja við í feltinum allan teinin ;)





dagur 3:


Sandoyggin, 27km , einkultstartur.


sum vit Føroyingar nú eru, so er tað veðri, sum næstan altíð avgerð okkara sinnalag, og her eisini prestatión... heldig vóru vit aftur í dag :) sólin skein, og 3m um sek. so fantastiskt til at sukkla eina góða tið í dag (rutan var eisini rímiliga fløt, sindur av svingum).


eg súkklaði við eini miðalferð á 38,96km/t so tað er fínt, væl nøgd... tó kanska sindur keðiligt at eg ikki var uppiá 39km/t :) nú tað var so tætt :)


næsta ár vantandi 40km/t ;)





dagur 4:


Suðuroyggin.... oyjjj.. oyjjj..oyjjj... ja, eg viet ikki hvat eg skal siga, men hetta var als ikki ein góður dagur. tað var næstan "órnaveður" vil eg siga. súkklistar vóru blástir av vegnum. ja, tað var ein harður og kaldur dagur, málið bleiv næstan flutt frá at vinna til at yvirliva túrin ;) so eitt upplivilsi vil eg siga, serliga "Hesturin".





dagur 5:


Avlýstur vegna veður (Tjørnuvík - Tórshavn).





alt í alt ein sera góð kapping.... :)

No comments:

Post a Comment